Tryggleiki snýr seg ikki bara um at sleppa undan sjúku og skaða. Tryggleiki er eisini vissan um, at skuldi okkurt hent, so er viðgerðin skjót.
Viðgerðartryggingin verður teknað í samstarvi við Gjensidige Forsikring og tryggjar eina skjóta og góða viðgerð, um sjúka ella vanlukka raka. Henda trygging er galdandi alt samdøgrið – bæði tá ið starvsfólkið er til arbeiðis, og tá ið tey hava frí. Tá ið tú hevur sett tryggingina í gildi, fevnir hon um pínu, skaða, sjúku og annað, sum krevur viðgerð frá lækna ella øðrum serkønum. 6 mánaðir seinni fevnir hon eisini um sjúkur o.a, ið varð íkomið hjá starvsfólkinum, áðrenn tú teknaði tryggingina.
Boða frá skaða hjá Gjensidige
Soleiðis ritar tú inn
- Vitja heimasíðuna: www.gjensidige.dk/login
- Vel ”Privat”
- Vel ”SAMLEIKIN-sundhedsforsikring FO”
- Vel ”log ind”
Um tú ikki hevur Samleikan, kanst tú skjótt og lætt skráseta teg á www.samleikin.fo/
Tú kanst eisini ringja og boða frá. Ring til Gjensidige á tel. +45 7010 9009
Tak niður
Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.
- Viðgerðartrygging, undir 40 starvsfólk
- Faktablað, Viðgerðartrygging, maki hjá starvsfólki, undir 40 starvsfólk
- Viðgerðartrygging, yvir 40 starvsfólk
- Faktablað, Viðgerðartrygging, maki hjá starvsfólki, yvir 40 starvsfólk
- Tilval, flutningur til viðgerðarstað
- Viðgerðartrygging, tínir møguleikar, fráboðan
- Treytirnar hjá Gjensidige, vinna
Onnur hugdu eisini eftir
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.