Trygging arkitekt

Verkfrøðinga- og Arkitektaábyrgdartrygging

Ert tú verkfrøðingur ella arkitektur, kanst tú vera orsøk til, at onnur fáa fíggjarmiss. Við tað, at tín ábyrgd er persónlig og óavmarkað, kann hetta hava við sær, at tú fært stór endurgjaldskrøv.

Skuldi tað hent, er umráðandi at hava røttu ábyrgdartryggingina, sum kann tryggja teg móti endurgjaldsábyrgdini, umframt verja teg móti ógrundaðum endurgjaldskrøvum.

“Ábyrgdartrygging fyri verkfrøðingar og arkitektar” tryggjar teg og tíni starvsfólk móti júst slíkum krøvum.

Tryggingin er ætlað verkfrøðingum, arkitektum, byggifrøðingum og líknandi størvum.

Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.

 

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Send teldupost