Sethús
Vit ynskja øll tað sama – at seta føtur undir egið borð og kenna okkum heima. Men vit búgva í ymiskum húsum, og vit liva ymisk lív – og tað má síggjast aftur í tryggingunum.
Vit hava tríggjar ymsar sethúsapakkar, umframt møguleikan at seta sethúsatryggingar saman eftir egnum tørvi. Tað gevur tær tilsamans fýra ymsar møguleikar at tryggja heimið:
- Grund – fevnir um tað mest grundleggjandi so sum skaðar av eldi, stormi og vatni.
- Víðkað – fevnir hartil um kosmetiskan skaða og lásahjálp
- Einastandandi – fevnir hartil um víðkaðan rørskaða og vælverubúgv sum hitapott, sauna o.t.
- Tillagað – tú gert av, hvat tryggingin skal fevna um.
Í Føroyum er ikki lógarkrav at tryggja sethúsini. Men vit viðmæla kortini staðiliga øllum at gera tað. Tí óhapp henda. Og fylgjurnar kunnu gerast sera svárar, um tryggingin tá ikki loftar.
Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.
Ring 348 600 og vit geva tær eitt óbindandi tilboð.
Tak niður
Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.