Søk hjá okkum

Í Betri Trygging hava vit fleiri ymsar deildir, ið loysa ymsar uppgávur og sum tí krevja ymsar førleikar. Okkum tørvar nógvar ymsar fakbólkar – alt frá talknúsarum til samskifti, frá HR til KT, frá føðslu til løgfrøðingar.

Vit eru sera áhugað í samstarvi við lesandi, sum vilja nema sær arbeiðsroyndir og koma í starvsvenjing hjá okkum.

Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert íðin eftir at læra og tú dugir væl at skipa arbeiðið.

Tú kanst eitt nú lesa:

  • KT-verkfrøði,
  • Løgfrøði,
  • Fíggjarbúskap,
  • Framleiðslutøkni,
  • Innovatión og íverksetan,
  • Marknaðarførslubúskap
  • Byggifrøði,
  • HR,
  • Diplom í leiðslu
  • Hava vit gloymt okkurt fakøki? Lat okkum frætta.

Vit vænta ikki, at tú kennir nakað til tryggingarheimin. Mest týðandi er, at tú ert forvitin og vilt royna okkurt nýtt – vit skulu nokk læra teg tað, sum tú skalt vita um tryggingar.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkara á 348 600, um tú ynskir eitt prát við HR-deildina.

348600

Send teldupost