/ung

At vera ungur er eitt serliga hendingaríkt tíðarskeið í lívinum, har tú hevur brúk fyri, at tíni fíggjarviðurskifti stuðla heldur enn forða tær í at gera tinar dreymar til veruleika. Lat okkara ungdómsráðgevar hjálpa tær at fáa ein haldgóðan fíggjarkarm um títt lív.

Skraddaraseymaðar tænastur 

Pengarnir eru ofta ikki nógvir, tá tú ert ungur, lesandi ella í læru. Tí er umráðandi at vera tilvitaður um, hvussu tú brúkar tínar pengar.

Í Betri Banka hava vit eina Ungdómsdeild, sum er serkøn innan fíggjartørvin hjá ungum og veitir tænastur, góð ráð og tiltøk til tín, sum er millum 18-28 ár.

Tínir fyrimunir

  • 2 ókeypis kort
  • ókeypis netbanka
  • ókeypis kontur við lagaligum treytum
  • 1.000 krónur, tá tú stovnar Bústaðarkontu

Tín ráðgevi

Óansæð, um tú ert lesandi, í læru ella longu í arbeiðslívinum, fært tú sum Ungdómskundi hjá okkum tín egna Ungdómsráðgeva, sum kennir tín fíggjartørv, og sum dugir væl at seta seg inn í júst tína støðu. Soleiðis vilja vit geva tær best møguligt grundarlag, tá tú skalt taka fíggjarligar avgerðir, sum skulu fáa teg á mál við øllum tí, tú hevur sett tær fyri.

/ung tiltøk

Á hvørjum ári stuðlar, luttekur ella skipar Ungdómsdeildin fyri ymiskum tiltøkum fyri ung. Les meira um tiltøkini her:

Bústaðarkontan 

Tú skalt sum meginreglu hava 10% í eginfígging, tá tú tekur lán til at keypa ein bústað. Fyrireika teg í góðari tíð og byrja at spara upp beinanvegin. Sjálvt smærri upphæddir gera stóran mun. 

Við eini Bústaðarkontu kanst tú spara upp til tín fyrsta bústað við eini hægri rentu. 
Tú fært samstundis 1.000 krónur á kontuna, tá tú stovnar eina Bústaðarkontu.

Stovna Bústaðarkontu

Skalt tú fjakka?

Avgerðin er tikin. 

Tú skalt út í stóru verð, at uppliva nýggja mentan og knýta vinarbond fyri lívið.

Vit ynskja, at hjálpa tær soleiðis, at tín fíggjarstøða ikki er ein forðing, men heldur ein viðleikari á tínari dreymaferð.

Tí hava vit savnað góð ráð til tín, sum skalt fjakka, bæði áðrenn og undir fráferð. 

Les meira

Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.