Betri Trygging - Marjun Thomsen

Innanífrá

Les um Marjuna, sum starvast á Fíggjardeild okkara

Hvør ert tú?

Eg eiti Marjun Thomsen og starvist sum hagtalsgreinari í Betri Trygging. Eri útbúgvin kandidatur í samfelagsfrøði og støddfrøði.

Hvussu er at arbeiða sum hagtalsgreinari í Betri Trygging?

Tað er øgiliga spennandi. Innan hagtalsgreining er tað bæði konkret og kreativt arbeiði, og eg sleppi at brúka míni systemisku og kreativu evni. Eg fái stórt álit og sleppi at arbeiða við spennandi uppgávum. Eg fái brúkt mínar styrkir, og eg føli, at tað er brúk fyri teimum.

Hvussu er at arbeiða á fíggjardeildini?

Eg trívist væl á Fíggjardeildini, tí at fólk eru ræðuliga fitt. Vit taka okkum væl av hvørjum øðrum og sparra væl tvørtur um útbúgvingar.

Hvussu er sosiala lívið á arbeiðsplássinum?

Arbeiðsplássið leggur nógva orku í at gera tiltøk, sum eru hugnalig, t.d. skeið í kantinuni, kappingar innanhýsis, hugnakvøld, og at vit hava havt fitnessvenjara inni.

Takk fyri prátið, Marjun.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkara á 348 600, um tú ynskir eitt prát við HR-deildina.

348600

Send teldupost