Betri Trygging

Skaðaleys koyring

- Ongan akfarsskaða = pengar aftur.

Skaðaleys koyring er, tá ið Betri Trygging ikki hevur rindað fyri nakran akfarsskaða, sum tú hevur fingið ella gjørt - í eitt kalendaraár. 
Skaðaleys koyring gevur tær bonus, tí tú fært 10% aftur av tí, tú hevur rindað fyri tínar akfarstryggingar seinasta árið.
Hetta er nýtt – og hetta er bara hjá Betri Trygging.

Henda skipan er galdandi tey ár, tá samlaðu akfarsskaðarnir hjá Betri Trygging eru færri, enn roknað varð við, tá árið byrjaði.