Betri Trygging er eitt stórt og sterkt felag í Føroyum – og vit átaka okkum fegin ta stóru samfelagsábyrgdina, vit hava.
Saman við hinum feløgunum í Betri-samtakinum arbeiða vit støðugt eftir CSR-politikkinum, ið eitt nú merkir:
- Javnstøða. Vit miðja ímóti altíð at hava javnt kynsbýti á øllum stigum.
- Umhvørvi og burðardygd. Vit flyta okkum støðugt á grønu leiðini. Avgerðir okkara eru grundaðar á umhvørvisvinarlig atlit.
- Sosial viðurskifti og starvsfólkaviðurskifti. Starvsfólkið skal trívast og mennast. Vit tryggja javnvág millum arbeiðslív og privatlív, veita møguleikar fyri førleikamenning og skipa fyri sosialum tiltøkum.
- Mannarættindi og arbeiðsmarknaðarviðurskifti.
- Íløguvirksemi, ið er grønt og gjøgnumskygt.
- Stuðulsvirksemi, ið gagnar samfelagnum, fyribyrgir sjúku og skapar tryggleika.
Les nýggjastu CSR-frágreiðing okkara her.