Vinnuferða-trygging
Skal tú arbeiðsørindi ruttanlands? So ber til at tryggja teg við eini vinnuferðatrygging.
Á vinnuferð uttanlands kanst tú koma illa fyri, um okkurt óvæntað hendir. Talan kann t.d. vera um sjúku, vanlukku, stuldur ella álop á ferðini. Eisini kann onkur av tínum nærmastu brádliga gerast sjúkur ella doyggja heima.
Hevur tú eina vinnuferðatrygging, hjálpa vit tær í slíkum førum.
Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.
Ofta settir spurningar
Er vinnuferðatrygging lógarkravd?
Nei, hon er ikki lógarkravd. Men sum arbeiðisgevari er tað skilagott at tryggja tíni starvsfólk, eisini um tey skulu uttanlands. Um skaði skuldi hent á ferðini, kann tað gerast sera kostnaðarmikið, um tú skalt rinda ú regnum lumma.
Eg skal uttanlands við arbeiðnum, skal arbeiðsgevarin tryggja meg?
Nei, arbeiðsgevarin skal ikki tryggja teg. Tað er kortini skilagott – og tí gera flestu arbeiðsgevarar tað, hóast eingin krevur tað av teimum. Skalt tú uttanlands spyr teg fyri á arbeiðsplássinum – og vent tær so til okkara, um tú skalt av landinum í arbeiðsørindum.
Nær er talan um eina vinnuferð?
Vinnuferð er ein ferð, sum tú gert í sambandi við arbeiðið, starvsvenjing, fyri eitt áhugafelag o.s.fr. Við øðrum orðum ein ferð, ið ikki er ein frítíðarferð.
Eg skal uttanlands at ferðast og nøkur arbeiðsørindir, hvussu skal eg tryggja meg?
Gert tú eina ferð, ið er lutvíst vinnuferð og frítíðarferð, fevnir Vinnuferðatryggingin um teir dagarnar, ið eru vinnuferð. Hevur tú eina Ársferðatrygging hjá okkum, tekur hon við teir dagarnar, ið eru frítíðarferð. Hevur tú onga Ársferðatrygging, set teg so í samband við okkum og vit vegleiða tær um, hvussu tú tryggjar teg á bestan hátt.
Tak niður
Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.