Søk hjá okkum
Kundi tú hugsað tær eitt lestrarstarv ber til at søkja hjá okkum. Eitt lestrarstarv kann vera gott fyri tín lesnað, tí tað gevur tær høvi at royna ymisk ástøði í veruliga arbeiðslívinum og geva tær royndir á arbeiðsmarknaðinum. Fortreytin fyri at fáa lestrarstarv er sjálvandi, at tú lesur eitt fak, ið er viðkomandi fyri okkara virksemi, so at tú fært okkurt munagott burturúr – og so at vit eisini kunnu læra okkurt av tær.
Hvat vænta vit av tær?
Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert íðin eftir at læra og tú dugir væl at skipa arbeiðið.
Tað kann vera, at tú eitt nú lesur:
- KT-verkfrøði
- Løgfrøði
- Fíggjarbúskap
- Framleiðslutøkni
- Innovatión og íverksetan
- Marknaðarførslubúskap
- Byggifrøði
- HR
- Diplom í leiðslu
- Hava vit gloymt okkurt fakøki? Lat okkum frætta
Vit vænta ikki, at tú kennir nakað til tryggingarheimin. Mest týðandi er, at tú ert forvitin og vilt royna okkurt nýtt – vit skulu nokk læra teg tað, sum tú skalt vita um tryggingar.
Hvat kanst tú vænta av okkum?
-
Ein mentor/vegleiðara
-
Møguleika at menna teg innan títt fakøki
-
Góða løn
-
Kantinu
-
Fitnesshøli
Vinn-vinn
Fyrimunurin fyri teg er, at tú fært nýtt tey amboð, ið tú hevur fingið undir lesnaði, og at tú lærir nakað um arbeiðsmarknaðin.
Fyri okkum er tað gott at fáa nýggjastu vitanina í húsið og at fáa fólk inn, sum seta spurnaðartekin og kritiskar spurningar. Vit vilja vera fremst og best, og tá er gott at bjóða vanahugsanini av.
Hvussu skalt tú søkja?
Send okkum eina umsókn, har tú sigur okkum eitt sindur um teg sjálva/n, tín lesnað og hví tú kundi hugsað tær at komið í starvsvenjing. Gott er, um vit kunnu fáa umsóknina minst tríggjar mánaðir, áðrenn starvsvenjingin skal byrja. Send umsóknina til starv@trygging.fo
Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkara á 348 600, um tú ynskir eitt prát við HR-deildina ella hevur onkrar spurningar.
Les meira um okkum her
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkara á 348 600, um tú ynskir eitt prát við HR-deildina.