Prutl
Eigur tú eitt prutl, hava vit tvær ymiskar tryggingar í at velja. Onnur er lógarkravd, og hina kanst tú tekna, um tú vilt tryggja prutlið, sum best.
Lógarkravda ábyrgdartryggingin tekur við, um tú við prutlinum gert skaða á onnur akfør, ognir hjá øðrum ella á fólk. Hon tryggjar teg sostatt móti skaðum, tú gert á onnur.
Hin er skrokktryggingin, ið tekur við skaðum, sum títt egna prutl fær. Til dømis um tú verður partur av einum ferðsluóhappi - ella um onkur annar ger skaða á títt prutl uttan at boða tær frá. Hendan tryggingin veitir tær sostatt endurgjald, um prutlið fær skaða.
Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.
Vel ta prutltrygging, sum hóskar best til tín
Ábyrgdartrygging
- Lógarkravd trygging
- Fevnir um skaðar, tú gert á onnur
Ábyrgdartrygging við skrokktrygging
- Tilvalstrygging
- Fevnir um skaðar, tú gert á onnur
- Fevnir um skaðar á títt egna prutl
- Sjálvsábyrgd á 1.000 kr
Tak niður
Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.