Sjógv

Útlendsk skip

Síðani 2012 hevur Betri Trygging verið við til at tryggja útlendsk fiski- og handilsskip í samstarvi við útlendsk tryggingarfeløg. 

Hetta tætta samstarvið við ymsu útlendsku tryggingarfeløgini er ein fyrimunur fyri okkum á so mangar mátar. 

Millum annað eru vit við hesum fremst fyri til at eygleiða nýggj rák og fyribrigdi, sum taka seg upp innan altjóða tryggingarheimin.

Vit eru errin av, at vit kunnu samstarva við stóru, útlendsku feløgini – og at vit ikki smæðast burturímillum, men megna at liva fult upp til altjóða støði og altjóða krøv.

 

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Send teldupost