Maskinur

Maskinur og útbúnaður

Krevur arbeiðið maskinur og serligan útbúnað, ræður um at tryggja útgerðina rætt, um óhappið skuldi hent.

Kranar, viðfestisakfør, maskinur, bingjur o.s.fr. kunnu tryggjast við einari skrokktrygging fyri maskinur og útbúnað. 

Talan er bæði um skrásettan og óskrásettan útbúnað og maskinur. 

Hjá Betri Trygging kanst tú tekna skrokktrygging og tú kanst hartil víðka skrokktryggingina við ymsum tilvalum, so tú fært sett tryggingina saman til júst títt virksemi.

Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.

 

Lastbilur

Skrokktrygging 

Við eini skrokktrygging fært tú endurgjald fyri skaðar, ið koma á sjálva maskinuna ella útbúnaðin. Skrokktryggingin fevnir um flest allar skaðar. Harumframt fært tú nývirðisendurgjald, lyklafulnað og rættarhjálp.

Tryggingin fevnir ikki um skaða, sum bert kemur á mekaniskar ella elektriskar lutir.

Maskinur

Víðkað skrokktrygging

Er skrokktrygging teknað, kanst tú víðka hana, so hon eisini fevnir um mekaniskan skaða og fíggjarmiss. 

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Send teldupost