
Vit søkja lærlingar
Treingir tú til nýggjar avbjóðingar? Dámar tær at hava við fólk at gera? Ert tú tænastusinnað/ur?
Kom so og lær víðari hjá Betri Trygging. Vit hava lærupláss tøk at seta eftir summarferiuna. Tvey í Havn og eitt á deildini á Tvøroyri.
Hvør ert tú?
Tað týdningarmesta er, at tú ert fyrikomandi og dámar at hava við fólk at gera. Tað ger einki, um tú ikki kennir nakað til tryggingarøkið – tað læra vit teg alt um.
• Tú hevur í minsta lagi prógv á miðnámsstøði
• Hevur tú arbeiðisroyndir innan eitt nú handverk, ráðgeving ella sølu- og tænastu, er tað ein fyrimunur
• Tú ert álítandi, fyrikomandi og veitir góða tænastu
• Tú tekur ábyrgd og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipað
Hvat fært tú?
Tá ið tú kemur í læru í Betri Trygging, fært tú eina góða, grundleggjandi útbúgving, ið gevur møguleika at lesa víðari. Eitt gott og avbjóðandi næmingastarv við kappingarførari løn, góðum setanartreytum og støðugari førleikamenning. Harumframt:
• 35 tíma arbeiðsviku
• 2 ára lærutíð við góðari løn og eftirløn
• Fittar og stuttligar starvsfelagar við plássi fyri skemti í gerandisdegnum
• Starvsstað á Kongabrúnni í Havn ella á Tvøroyri
• Góða kantinu
• Atgongd til fitnesshølið
• Starvsheitið »Tryggingaratstøðingur« eftir lokna útbúgving
Hvat skalt tú gera?
Vit loysa dagliga nógvar ymiskar uppgávur, og tú kemur tíðliga í samband við kundarnar og sleppur at royna teg. Á Tvøroyri er læruplássið á Kundadeildini, og í Havn er eitt lærupláss á Kundadeildini og eitt á Skaðadeildini.
Fyri tað mesta ert tú til arbeiðis, men umleið 5. hvørja viku tekur tú skúlaskeið á 3 dagar í Havn. Vit leggja stóran dent á, at tú trívist og lærir sum mest. Tí fært tú ein innanhýsis mentor, sum hjálpir tær í lærutíðini, eitt nú við:
• Kundasamskifti, har tú vegleiðir og ráðgevur kundunum
• At viðgera skaðar
• Kundarøkt
• Sparring og vitanardeiling innanhýsis
Hvussu søkir tú?
Ljóðar hetta áhugavert, send so umsókn, lívsrensl og avrit av prógvum til hr@trygging.fo í seinasta lagi 27. apríl 2025. Hevur tú spurningar ella ivamál, ert tú vælkomin at spyrja Duritu S. Dal-Christiansen, HR-ráðgeva, á tlf. 548695 ella t-posti ddc@trygging.fo. Á Instagram, Facebook og LinkedIn kanst tú fáa eitt innlit í Betri Trygging sum arbeiðspláss.
Størvini verða sett 1. september.
Høvuðssætið hjá Betri Trygging er á Kongabrúnni í Havn, og hartil eru smærri deildir kring landið. Vit tátta í 100 starvsfólk tilsamans - hvør við okkara serkunnleika. Vit virða fakligheit, trivnað og menning - og eisini tað góða lagið. Les meira um Betri Trygging, okkara virðir og hvussu tað er at starvast her á www.trygging.fo.