Allur bati bøtir, siga vit, men vit vita eisini, at skjótur bati bøtir betur. Sama um arbeiðsskaðin ávirkar kroppin, nervalagið ella elvir til sálarligar trupulleikar.

Men tað kann vera trupult at vita, hvør besta hjálpin er, hvør tørvurin er og hvørji rættindini eru. Við Betri Bata hava vit fólk, ið eru til reiðar at lofta.

Tá lækni hevur staðfest, at talan er um langa sjúkramelding, veita vit beinanvegin ein sosialráðgeva at hjálpa skadda í fløkjasligu skipanini. Harumframt veita vit ein fastan toghaldara hjá Betri Trygging.

Endamálið er at tryggja neyðuga og hóskandi hjálp, bæði tá umræður kanningar, viðgerð og møguliga endurbúgving fyri at sleppa skjótt og trygt aftur til arbeiðis.

Skjótur og góður bati er betri fyri tann, ið verður raktur. Tað er betri fyri tey avvarðandi. Tað er betri fyri arbeiðsgevaran - og eisini fyri samfelagið.

Tí bjóða vit nú Betri Bata.


Betri Bati bjóðar 

  • At rinda fyri ávísta serlæknahjálp og kanningar
  • Viðgerð og uppvenjing
  • Persónligan sosialráðgeva
  • Persónligan toghaldara hjá Betri Trygging
  • At framtíð og ynski hjá skadda verða tikin í álvara
  • Hjálp til viðkomandi endurbúgving, um neyðugt

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Vit eru altíð klár at hjálpa

Ynskir tú ráðgeving ella hjálp í samband við ein arbeiðsskaða, ella hevur tú spurningar um Betri Bata, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum

348 600

Send teldupost