Lastbilur

Akfør yvir 3500 kg

Lastbilar, bussar, dumparar o.s.fr. eru akfør yvir 3500 kg og tey skulu sambørt lóg verða í minsta lagi  ábyrgdartryggjað. Tað merkir, at tryggingin tekur við, um tú við stóra akfarinum gert skaða á onnur akfør, ognir hjá øðrum ella á fólk. Ábyrgdartryggingin fevnir ikki um skaðar, sum tu gert á egið akfar. 

Hartil kanst tú tryggja sjálvt akfarið við eini skrokktrygging. Hon tekur við, um tú gert skaða á egið akfar – ella um onnur gera ein skaða uttan at boða tær frá. Skrokktryggingin fevnir um skrokkskaðar av øllum slag – tó ikki skaðar, ið bert koma á mekaniskar og elektriskar lutir. Við skrokktryggingini fært tú nývirðisendurgjald, lyklafulnað og rættarhjálp. 

Alt eftir hvør tørvurin er, ber eisini til at víðka skrokktryggingina við tilvalum so sum: 

  • Serskaði
  • Mekaniskur skaði
  • Tiltaksakfar
  • Fíggjarmissur

Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.

 

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Send teldupost