Betri Trygging - Kristjan R. Gásadal

Innanífrá

Les um Kristjan, sum starvast á deildini KT & Talgilding

Fært tú sagt eitt sindur um teg sjálvan?

Eg eiti Kristjan Reinert Gásadal, og eri úr Hoyvík. Eg eri útbúgvin datamatikari og havi eina professiónsbachelor í softwaremenning frá Lyngby CPH Business. Eg spæli eitt sindur av tónleiki, havi áður spælt í bólki. Geri elektroniskan tónleik til heimabrúk í løtuni - putlist við synthesizarar.

Hvør er tín uppgáva á KT & Talgilding?

Eg luttaki í verkætlanum har vit m.a. sniðgeva, hvussu skipanir skulu uppbyggjast og hvussu tær yvirskipað skulu hanga saman, so tær gerast lættar at viðlíkahalda og trygdin er í lagi. Eisini arbeiði eg við at greina tilgongdir – kanna, hvussu KT kann gera arbeiðsdagin snildari.

Hvussu er at arbeiða við softwaremenning í Betri Trygging?

Eg byrjaði í Betri Trygging (BT) í januar í 2022 sum KT arkitektur. Tað er eitt yvirskipað øki, sum vanliga er til fleiri fólk – treytað av støddini á fyritøkuni. Deildin her skal bæði standa fyri rakstri, uppsetan og viðlíkahaldi av KT-útgerð í húsinum, umframt av forritum og KT-skipanunum, sum ymsu deildirnar brúka. 

Hvussu er fakliga og trivnaðarliga á KT og Talgilding?

Stuttligt og hugnaligt. Vit hava nógvar ymiskar typur, hóast tað er ein lítil deild. Fjølbroytt, hóast vit í løtuni bara eru mannfólk. Yvirskipað hava vit nógvar ymiskar førleikar innan rakstur og KT.

Nøkur av KT-fólkunum byrjaðu sum tryggingarnæmingar, og kenna til gerandisdag og arbeiðsgongdir á hinum deildunum. Tað styttir brúnna, frá rímiliga abstrakta KT heiminum til tryggingarheimin, at vit hava vitanina á deildini, og mær dámar væl ávirkanina, hetta hevur á arbeiðið. At vit ikki eru ein oyggj, sum ongin kennir til.

Hvussu samstarva tit við ymsu fakbólkarnar í felagnum?

Samstarvið er gott – vit eru ikki í føstum arbeiðsbólkum, men ymiskt, alt eftir hvar man er innvolveraður. Summir meira í rakstri og aðrir meira í menning. Vit mugu samskifta og inndraga hvønn annan, fyri at deila vitan. Tað er gott at hava brúk fyri hvørjum øðrum ofta. Eisini hava vit samstarv við aðrar deildir, har vit hava projektbólkar upp á tvørs. Vit hava samband við rættiliga nógv ymisk fólk í felagnum. 

Mítt inntrykk er, at fólk vita væl, hvat hvør annar fæst við, og at fólk spyrja og eru forvitin. Vitan ferðast rímiliga frítt í húsinum, sum hevur alstóran týdning fyri okkum á KT, so mann lættari fær sett seg inn í uppgávur. Og hóast fyritøkan ikki er lítil, ferðast kunning skjótt og greitt frá stjóra til leiðara og síðani til okkum, so vit øll draga somu línu.

 

Takk fyri prátið, Kristjan.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkara á 348 600, um tú ynskir eitt prát við HR-deildina.

348600

Send teldupost