Betri Trygging - Pætur Vatnhamar

Innanífrá

Les um Pætur, sum starvast á Sjódeild okkara

Hvør ert tú?

Eg eri útlærdur skipsførari og havi eina bachelor innan marinetransport and nautical science. Eg arbeiði á Sjódeildini í Betri Trygging. Annað? Eg eri A- og onkuntíð B-menniskja - ella bæði í senn.

Hvat tekst tú við á Sjódeildini?

Eg arbeiði sum skaðaviðgeri á Sjódeildini. Sjódeildin tekur sær av at tryggja tað mesta á sjónum, og eg viðgeri til dømis báta- og skipaskaðar og skaðar innan aling og flutning.

Hvussu eru karmarnir?

Tá eg byrjaði fyri tveimum árum síðani, hevði eg tikið mín bachelor og tann vegin lært nógv um tryggingarheimin og um maritima lóggávu, og so kom eg í eitt fantastiskt toymi á Betri Trygging. Í felagnum er ikki so langt upp til avgerðirnar, og tí kann handlast við hóskandi umhugsni og skjótleika. Tað dámar mær væl.

Uppgávurnar og arbeiðstrýstið eru avbjóðandi og skiftiligar. Her eru góðir karmar fyri starvsfólkini, bæði sosialt og innan førleikamenning. Í løtuni taki eg HD, sum Betri Trygging hevur bjóðað mær, og tað er fakliga gevandi og viðkomandi fyri mítt starv sum skaðaviðgeri.

Takk fyri prátið Pætur.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkara á 348 600, um tú ynskir eitt prát við HR-deildina.

348600

Send teldupost