Sig eitt sindur um teg sjálvan og tína tíð í Betri Trygging?
Eg eiti Heri Djurhuus Dahl, eg starvist sum vinnuráðgevi á Vinnudeildini hjá Betri Trygging (BT), og eg havi starvast í samtakinum síðan 1999, tá eg byrjaði sum næmingur á Skaðadeildini.
2 ár eftir lærutíðina fekk eg farloyvi í eitt ár, tí eg vildi fara til íslands at arbeiða við rossum, sum eru mín stóri frítíðaráhugi. Tað er familjan øll felags um. Eg eri m.a. eisini altjóða dómari innan íslandsrossaítrótt, so eg ferðist eitt sindur í samband við tað. Tað dámar mær væl.
Hvat fangaði tín áhuga í Betri Trygging?
BT hevur altíð virkað fyri mær sum eitt gott arbeiðspláss - og ein seriøs og professionell fyritøka við góðum strukturi. Áhugin at arbeiða hjá BT hevur verið í longri tíð. Og tað gjørdi tað ikki verri, at eg kendi umhvørvið.
Hvat er tín leiklutur á Vinnudeildini?
Leikluturin er fyrst og fremst at tryggja, at vit altíð hava góðsku í arbeiðinum. Eg koyri út at ráðgeva vinnukundum í Streymoy, Sandoy og Vágum, og aðrir ráðgevar eru so aðrastaðni í Føroyum. Vit ráðgeva eitt nú kommunum, frítíðarfelagsskapum, smærri og størri virkjum, hagapørtum – ja, øllum sum ikki eru privat húski.
Tað er umráðandi fyri okkum, at vit hava tætt samband við kundan, og at kundin veit, hvønn hann fær samband við.
Tað liggur ein sera stór ábyrgd á okkum at veita rætta ráðgeving, so at fyritøkurnar kunnu halda áfram, um onkur skaði skuldi hent. Vit mugu tí seta nøkur krøv fyri at kunna tryggja kundan. Vit hjálpa við at staðfesta váðar, og síðani ráðgeva vit um, hvørjar tryggingar eru relevantar fyri kundan - og eisini hvørjar ikki eru relevantar.
Hvussu er at arbeiða á Vinnudeildini?
Vit hava góðan trivnað. Tað er ikki stór útskifting, og deildin er vaksin í seinastuni. Vit hava eina sera vitanartunga deild – við nógvum ymsum typum og yrkisførum. Summi ráðgeva, meðan onnur vita alt um krøv og treytir.
Hvat ger, at tú trívist - ella hvat drívur teg?
At ongin dagur er líka, og at tað er spennandi at fylgja ymsu vinnukundunum; at síggja teir vaksa og gera tað gott. Mær dámar væl tað menniskjansliga aspektið. At eg møti nógvum fólki, at vit hava gott samanhald og at eg havi møguleika fyri støðugari menning. Og so eru vinnukundarnir sera áhugaverdir at práta við. Teir hava eina breiða vitan um nógv ymiskt, sum er ótrúliga spennandi at verða ein partur av.
Takk fyri prátið, Heri.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkara á 348 600, um tú ynskir eitt prát við HR-deildina.