Fært tú sagt eitt sindur um teg sjálva?
Ja, eg eiti Durita Sloan Dal-Christiansen og eri av Argjum. Eri útbúgvin námsfrøðingur og havi eina kandidat í Human Ressource Management (Cand.soc.HRM). Eri annars virkin í fótbólti, syngi í kóri og havi mann og trý børn.
Hvussu er at arbeiða á HR deildini hjá Betri Trygging?
Tað er bæði mennandi og gevandi, fjølbroytt og fakliga spennandi. Uppgávurnar spenna sera víða – alt frá rekruttering til starvssetan, starvsfólkatrivnað, førleikamenning, strategi-arbeiði - ja uppgávurnar eru sera fjølbroyttar. Vit eru tvær á deildini, men vit samstarva væl og flenna eisini sera hart tilsamans ;) Vit skipa fyri nógvum tiltøkum árliga, sum verða væl móttikin, og tá er tað altíð stuttligt.
Hevur tú trý orð tú kanst siga um Betri Trygging sum arbeiðspláss?
1. Fakliga sterk starvsfólk
2. Góður starvsfólkatrivnaður – nógv góð tiltøk
3. Væl samanspæld starvsfólk
Hvørjir møguleikar hevur tú at menna teg á tínum øki?
Innanfyri HR er ein breið vifta av áhugaøkjum - bæði innan leiðslu og faklig amboð. Nærum hvønn mánað hava vit felags vitanardeiling fyri øllum í Betri Trygging, har tað antin er ein deild sum leggur eitthvørt fram, ella fakfólk uttanífrá, sum kemur inn og heldur upplegg. Felagið leggur stórt virði í, at starvsfólkini eru væl fyri fakliga, so har eru mangir møguleikar fyri at mennast.
Hvat ger, at tú trívist ella hvat drívur teg?
At tað er pláss fyri at hugsa sjálv og saman við mínum starvsfeløgum. Eg eri kreativ, tá tað er rúm fyri tí, og tað er tað avgjørt í Betri Trygging. Eg trívist, tá ið uppgávurnar ikki eru so bundnar, og tá tað er pláss fyri kreativitetinum. Eg trívist best í góðari javnvág av bæði fakleika og møguleikanum fyri at fordjúpa meg.
Takk fyri prátið, Durita.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkara á 348 600, um tú ynskir eitt prát við HR-deildina.