Betri Trygging - Jutta H. Hansen

Innanífrá

Les um Juttu, sum starvast á Stjórnarskrivstovu okkara

Hvør ert tú?

Eg eiti Jutta, og eg eri úr Havn. Eg eri útbúgvin løgfrøðingur, eigi tvær gentur, og mær dámar væl at venja og at hava nógv húsprojekt í ermuni ;)

Hvussu hevur tín starvsleið í Betri Trygging verið?

Eg byrjaði í 1998 sum 21 ára gomul í vekslaranum, har eg tók telefonina. Seinni varð eg millum fyrstu næmingarnar eftir at Føroya Vanlukkutrygging, Tryggingarsambandið og Føroya Brunatrygging løgdu saman.
Eftir lærutíðina helt eg fram á Skaðadeildini og fór síðani at lesa løgfrøði sum sjálvlestur nøkur ár aftaná. Betri Trygging rindaði fyri mína útbúgving.

Hvørjar løgfrøðiligar uppgávur eru í BT?

Á skaðadeildini arbeiða vit við málum, sum kunnu enda við at skula avgerast í rættinum. Sum løgfrøðilesandi, og seinni sum útbúgvin løgfrøðingur, var ein av uppgávunum at samstarva við advokatin og hjálpa til við ymiskum uppgávum í tí sambandi.
Á Stjórnarskrivstovuni eri eg útnevnd at verða ábyrgdarhavandi fyri compliancefunktióna. Compliance er ein lógarkravd eftirlitsfunktión, sum skal tryggja, at felagið lýkur øll lógarkrøv. Eg eri eisini dátuverndarfólk - somuleiðis eitt lógarkrav eftir dátuverndarlógini - og so eri eg eisini nevndarskrivari burturav.

Hvussu er bygnaðurin á stjórnarskrivstovuni?

Á stjórnarskrivstovuni sita fýra kvinnur. Vit hava allar hvør sína funktión við administrativum uppgávum, har compliance er óheft av hinum. Vit eru væl samarbeiddar, hava greiðar mannagongdir, og tað ger tað lættari at samskipa størri uppgávur, tí vit kenna økini hjá hvørjum øðrum.

Nevn trý punkt, sum lýsa Betri Trygging?

  1. Eitt øgiliga umfevnandi arbeiðspláss
  2. Nógvir møguleikar at mennast individuelt og saman, t.d. skeið og útbúgvingar. Tað er óendaligt av tí. Eg havi tikið skeið á øllum stigunum á tryggingarakademinum umframt onnur skeið ígjøgnum míni 25 ár her.
  3. Samanhaldið millum starvsfelagar er øgiliga gott. Hetta er eitt gott arbeiðspláss bæði sosialt og fakliga.

Stóra takk fyri prátið, Jutta.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkara á 348 600, um tú ynskir eitt prát við HR-deildina.

348600

Send teldupost